(+298) 30 10 20
Um okkum

Dygdartænasta í meira enn 115 ár

Valdemar Lützen – amboðshandil & lásatænasta á Skálatrøð – er ein handil við sera stórum vøruúrvali. Her er so at siga alt til handverkaran og til teirra, sum sjálv gera sínar umvælingar, umframt alt til urtagarðin og stórt úrval av rustfríum.

Handilin hjá Valdemar Lützen hevur verið partur av býarmyndini í Vágsbotni og á Skálatrøð so leingi, fólk minnast. Fyritøkan varð stovnað í 1904, sama ár sum plantasjan í Havn varð gróðursett, og Havnar Bóltfelag (HB) varð stovnað. Sostatt er Valdemar Lützen ein av landsins elstu fyritøkum.

Síðan 1988 hevur handilin á Skálatrøð við amboðsdeild, lásatænastu, urtagarðsrøkt og fiskireiðskapi verið ein væl vitjaður handil í høvuðsstaðnum. Handilin er stórur við víðfevndum vøruúrvali og góðari tænastu til kundan. Valdemar Lützen hevur Føroya størstu Bosch-framsýning við elmaskinum og tilhoyri.